Vágatunnilin knappar fimm milljónir í avlopi í 2014

06/06/15

P/f Vágatunnilin hevði eitt avlop uppá knappar fimm milljónir krónur í 2014.

Hetta er eftir avskrivingar uppá átta milljónir krónur uppá tunnilin, so úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar var knappar 13 milljónir krónur.

Umsetningurin hjá Vágatunnlinum var 19 milljónir krónur. Hetta er tvær milljónir krónur minni enn í 2013, tá umsetningurin var 21 milljónir krónur.

Orsøkin til fallið í umsetningi er ikki at færri bilar koyra ígjøgnum Vágatunnilin, tvørturímóti. Orsøkin er, at nevndin í Vágatunnlinum valdi at lækka prísin at koyra ígjøgnum tunnilin í fjør.

Vágatunnilin er liðugur at gjalda øll lán og er felagið í dag skuldarfrítt.

Harumframt eigur Vágatunnilin níggju milljónir krónur á bók í tøkum gjaldføri.

Eginognin í felagnum er í dag 176 milljónir krónur. Upprunaligi partapeningurin hjá landinum var 160 milljónir krónur.

Talan hevur sostatt verið um eina sera góða íløgu hjá landinum.

Verður hildið fram eftir sama leisti sum hiðartil, so kann landið fáa umleið í minsta lagi 10 milljónir krónur í vinningsbýti á hvørjum ári, og harvið hava fingið allan sín partapening útgoldnan aftur hesi komandi 15 árini.

Kelda: www.vinnuvitan.biz

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.