Undirsjóvartunlar skulu hava 2 milljardir krónur í lánifígging

24/04/15

Okkum tørvar at fáa til vega millum 1,5 og 2 milljardir krónur í fígging til teir báðar tunnlarnar, ið skulu byggjast.

Hetta sigur stjórin í P/f Eystur- og Sandoyartunlar Teitur Samuelsen við Portal.fo, í samband við atfinningarnar frá føroyska Ráðgevarafelagnum um at almenna partafelagið P/f Eystur- og Sandoyartunlar hava valt at fara í samráðingar við norska fyritøku, um ráðgeving og projektering av størstu almennu verkætlan hjá Føroyum nakrantíð.

Føroysku ráðgevararnir siga í hesum sambandi, at teir uppfylla 95 prosent av teimum krøvum, sett verða til førleikar á hesum øki, og at tað einki er til hindurs fyri og at vanligt er, at teir keypa restina av vantandi førleikunum inn.

Landstýri skal sambært lóg gjalda 400 milljónir krónur í partapeningi til P/f Eystur- og Sandoyartunlar tey næstu 10 árini til 2024. Harumframt skal P/f Eystur- og Sandoyartunlar læna upp til 2 milljardir krónur fyri at kunna gera teir tveir tunlarnar, sum skulu byrja í ávikavist 2016 og 2018.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.