Um Vinnuvitan

Eitt gott og sunt vinnuliv, ið byggir á grundleggjandi kjarnuvirði, har tann góða fyrimyndin gongur á odda. Tað er okkara mál at vísa á, skriva um og eggja til góðar vinnuvinarligar møguleikar í Føroyum.

Vinnuvitan gevur innlit og útlit um føroyskt vinnulív.

Vit stremba eftir at veita holla kunning og góð tíðindi um føroyskt vinnulív til føroysk vinnulívsfólk og áhugað annars, umframt annað av áhuga fyri vinnulívið.

Endamálið hjá Vinnuvitan er vera ein kveikjari fyri vinnulívið, og fremja góðar karmar og virkisumstøður til føroyskt vinnulív.

Sp/f VV MEDIA rekur heimasíðuna Vinnuvitan.fo

Tað er loyvt at endurgeva frá greinum á heimasíðuni, um tað tíðuliga framgongur at tað er frá Vinnuvitan.fo.

Tað er ikki loyvt at gera RSS feeds av heimasíðuni uttan við skrivligum loyvi frammanundan.

 

Vinnuvitan.biz

Skalt tú hava meira at vita um tey einstøku feløgini, persónar og roknskapir kanst tú tekna hald av roknskaparportalinum Vinnuvitan.biz.

Vinnuvitan.biz gevur tær allar teir føroysku roknskapirnar tey seinastu tíggju árini, bæði sum PDF og væl greinað yvirlit, har til ber at samanbera yvir eitt langt tíðarskeið.

Somuleiðis finnur tú allar persónar sum eru, ella hava verið, knýttir at føroyskum vinnulívi við leiðslustørvum sum nevndarlimur, stjóri ella eigari. Til ber at síggja allar sambindingar millum feløg og persónar.

Eitt hent amboð, ið alt føroyska vinnulívið, tað almenna, peningastovnar, sakførarar, grannskoðarar, fakfeløg, vinnufeløg og annars øll við áhuga fyri gongdini í vinnuni brúka.

Tekna hald ring ella send SMS boð til telefon 790221 Eyðfinn Reyðberg ella send teldupost til eydfinn@mail.fo