Um minni enn trý ár er Norðoyatunnilin skuldarfríður

06/06/15

P/f Norðoyatunnilin verður liðugur at gjalda alla skuld sína í 2017.

Hetta um gongdin hjá felagnum heldur fram, sum hon hevur gjørt seinastu árini.

Í 2014 hevði Norðoyatunnilin eitt avlop áðrenn skatt uppá eina góða milljón krónur. Hetta er næstan tvær milljónir krónur minni enn í 2013, tá úrslitið var knappar tríggjar milljónir krónur.

Orsøkin er, at umsetningurin er fallin við góðum tveimum milljónum krónum, úr 25 niður í 23 milljónir krónur frá 2013 til 2014. Hetta kemst av, at nevndin í Norðoyatunnlinum valdi at lækka prísin í 2014 munandi, og tað tekur ávísa tí, at vinna tað inn aftur í øktari ferðslu gjøgnum tunnilin.

Avskrivingarnar uppá tunnilin vóru 11,5 milljónir krónur í 2014, so úrslitið hjá Norðoyatunnlinum áðrenn avskrivingar og rentur var knappar 15 milljónir krónur í 2014.

Skuldin er niðurgoldin við 11 milljónum krónum í 2014, og er nú komin niður á góðar 37 milljónir krónur.

Skuldin hjá Norðoyatunnlinum var við árslok 2005 260 milljónir krónur.

Norðoyatunnilin hevur níggju milljónir krónur á bók, og hann verður tískil liðugur at gjalda øll lán longu einaferð í 2017. Tá eru bert 11 ár gingin síðan latið var upp, so sigast má, at skjótt hevur gingið.

Talan er sostatt um eina sera góða íløgu hjá landinum.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.