Tín gamla fartelefon kann verða fleiri túsund krónur verd

29/05/14

Ein nýggj “retro”-bygja kann lætt gerast ein góður handil fyri fleiri, sum keyptu fartelefonir um aldarskiftið. Brúkarir, ið eru troyttir av, at battaríðið heldur í stutta tíð og keðiligum skermum, ynskja at fáa fatur í gomlu Nokia, Ericsson og Motorola útgávunum.

Hetta skrivar tíðindasíðan Asia One í dag.

Fartelefonirnar, sum eru nógv eftirspurdar, eru Nokia 3310 og Motorola StarTec 130. Stóri eftirspurningurin eftir nøkrum av fartelefonunum, tildømis Nokia 8800, hevur fingið brúkarar at bjóða upp til 7500 krónur.

“Nøkur fólk leggja ikki í prísin. Vit hava fartelefonir, ið fólk gjalda meira enn 7.500 krónur fyri. Høgi prísurin stendst av, at fartelefonirnar eru ringar at fáa fatur á, tí tær ikki verða seldar longur”, sigur Djassem Haddad, sum stovnaði vintagemobile.fr.

Seinastu tvey-trý árini hevur vintagemobile.fr selt fleiri enn 10.000 eldri útgávur av fartelefonum, og sølan er økt munandi síðani byrjanina av 2013.

Skrivað hevur Torleif Joensen

Royndur íverkseti og sjálvstøðugur vinnurekandi. Serkønur í tøknifrøði, sosialum miðlum og menning av nýggjum handilsmøguleikum.