Timburhandil við trupulleikum at tjena pengar stovnar føroysk felag

22/02/16

Tað er ein donsk keta við trupulleikum at tjena pengar, sum nú stovnar føroysk partafelag, sum skal reka timburhandil.

Hóast tað er mestsum ógjørligt at finna úrslitini hjá DT Group Danmark, sum eigur og rekur Stark og Silvan í Danmark og Grønlandi, so vísir roknskapurin hjá DT Group Holding A/S í Danmark alt annað enn eitt pent bílæt.

Tað hevur verið hall trý av seinastu fimm árunum, og samlaða hallið fyri hesi fimm árini hevur verið 3,34 milljardir krónur tilsamans áðrenn skatt.

Roknskaparárið 2014/2015 var samlaða hallið hjá DT Group Holding A/S 1,9 milljardir krónur.

Wolseley Plc. ger heldur ikki nógv av at upplýsa um gongdina í danska dóttirfelag teirra í sínum almenna roknskapi.

 

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.