Tiger handlarnir hava risavøkstur

27/05/15

Danska Tiger handilsketan hevur veruliga vind í seglunum.

Í 2014 hevði felagið Zebra A/S eina framgond í sølunu uppá 44 prosent, og sølan kom uppá 2,5 milljardir krónur.

Felagið hevði eitt avlop áðrenn skatt uppá 259 milljónir krónur í 2014 móti 188 milljónum krónum í 2013.

Góðu úrslitini gera, at væntandi er, at Tiger verður børsskrásett eitt av komandi árunum.

Danska felagið Zebra A/S eigur 100 prosent av partapeninginum í Sp/f Tiger Føroyar. Tað var Hans Jørgen Djurhuus, ið fekk Tiger handilin til Føroyar, men hann valdi at selja sín ognarpart í felagnum til danska felagið í fjør.

Tiger Føroyar hevði eitt avlop uppá 309.000 krónur í 2013. Roknskapurin fyri 2014 er ikki innkomin enn.

Út frá tølunum hjá Tiger, so kann metast at Tiger Føroyar umsetti fyri 3 milljónir krónur í 2013, tí sambært roknskapinum hjá Tiger handlunum, so liggur stívliga 10 prosent av umsetninginum eftir sum vinningur á botnlinjuni.

Niðanfyri sæst kort yvir Tiger handlarnar, sum eru latnir upp hiðartil. Ætlanin er at lata Tiger handlar upp kring allan heimin.

Skærmbillede (190)

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.