Stórar bøtur frá Skráseting Føroya til tey sum koma ov seint

15/05/18

Skráseting Føroya fer nú at geva bót til teirra, ið ikki lata roknskap inn rættstundis. Sambært § 138 í ársroknskaparlógini skulu ársfrásagnir sendast til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað.

Nú fellur hamarin beinanvegin dag eitt um roknskapurin ikki verður latin inn stundisliga til tíðina. Ert tú nevndarlimur í felagi, ið ikki hevur latið roknskapin inn áðrenn seinastu freist, so skalt tú gjalda eina persónliga bót uppá 500-3.000 krónur.

Øll feløg, sum hava vanligt roknskaparár, ið er álmanakkaárið, skulu lata inn roknskap í seinasta lagi 30. juni 2018. Verður roknskapurin ikki latin inn, fær felagið 8 dagar at fáa hetta í rættlag. Um felagið letur ársfrásøgnina inn áðrenn 8 dagar eru farnir, verður ikki meira gjørt.

Heldur fyritøkan ikki nýggju freistina, verður álagt eitt avgjald á 500 kr. Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. juli verður avgjaldið 2.000 kr. Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. august, verður avgjaldið 3.000 kr.

Hetta er also galdandi fyri hvønn lim sær í nevndini í felagnum.

Sostatt kann eitt felag við 5 nevndarlimum koma at gjalda tilsamans 15.000 krónur í bót, er roknskapurin ikki latin inn áðrenn 31. august 2018.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.