Sterkan og sunnan útlánsvøkstur hóast grótharða kapping

04/04/16

Enn einaferð hevur tað eydnast Suðuroyar Sparikassa at fáa vøkstur í útlánini. Vøksturin er 5,1 prosent, samstundis sum føroyski marknaðurin bert er vaksin 3,6 prosent. Suðuroyar Sparikassi hevur hvørt ár síðan 1994 økt um síni útlán, og hvørt ár er talið av viðskiftafólki økt. Miðalvøksturin seinastu 10 árini er 4,7 prosent.

Suðuroyar Sparikassi hevur hóast vaksandi útlán, megnað at økt solvensin til 15,4 prosent, sum er tað hægsta síðan 2006. Solvensurin er batnaður 0,8 prosentstig samanborið við 2014. Sparikassin lýkur tí longu nú herdu krøvini til solvens, sum í fyrsta lagi verða sett í verk í 2019. Suðuroyar Sparikassi hevur við hesum sløk 50 prosent í yvirdekningi í mun til solvenstørvin.

Roknskapurin fyri 2015 gav eitt yvirskot uppá 0,8 mio. kr. fyri skatt. Nógv er at vera nøgdur við í roknskapinum í 2015, hóast ársúrslitið kundi verið betri. Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er versnað úr 1.860 tkr. til 672 tkr.. Tað eru serliga tær lágu renturnar á føroyska marknaðinum, ið hava lækkað topplinjuna við 1,8 mió. kr. í mun til 2014, saman við negativum kursstillingum uppá 489 tkr.. Kursstillingin gav eitt positivt íkast uppá 1.340 tkr. í 2014. Innlánini eru lækkaði við 3 mió. kr. – frá 699 mió. kr. til 696 mió. kr.. Suðuroyar Sparikassi væntar at minka innlánini uppaftur meira næsta árið og er hetta ein liður í áhaldandi arbeiðinum at bøta um gjaldførið.

Høvuðskeldan til inntøkur hjá føroyskum peningastovnum er rentumarginalurin. Miðal rentumarginalur hjá Suðuroyar Sparikassa er hetta seinasta árið fallin við 15 prosentum. Hvørja ferð útlánsrentan fellur, kann innlánsrentan ikki falla samsvarandi, tí innlánsrentan er so lág. Tað merkir, at rentumarginalurin treingist. Hevði útlánsrentan verið sum í 2014, hevði Suðuroyar Sparikassi betrað ársúrslitið við 1,3 mió. kr.. Somuleiðis leggur vinningur av útláni topplinjuna undir trýst, tí marknaðurin er bara vaksin 3,6 prosent.

Suðuroyar Sparikassi hevur í 2015 goldið 80 mió. kr. aftur til Tjóðbankan, ið er eitt lán, sum Suðuroyar Sparikassi tók fyri trimum árum síðan.Tað er orsøkin til, at javnvágin lækkaði úr 849 mió. kr. til 769 mió. kr..

Suðuroyar Sparikassi hevur minkað sín marknaðarvága uppaftur meiri við at minka sína virðisbrævainnistøðu úr 179,3 mió. kr. til 97,3 mió. kr.. Hetta er gjørt fyri at verða minni viðbrekin fyri broytingum í rentustigi. Positivu marknaðarsveipini merkja, at Suðuroyar Sparikassi samlað hevur kunnað afturført niðurskrivingar fyri 122 tkr. aftur ímóti eini niðurskriving uppá 2.774 tkr. í 2014.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting eru hækkaðar úr 21,0 mió. kr. til 21,7 mió. kr.. Tað svarar til ein vøkstur uppá 3 prosent. Í 2015 vóru 16 ársverk í Suðuroyar Sparikassa. Tað er óbroytt síðan 2014.

Eginognin hjá Suðuroyar Sparikassa er nú 52.470 t.kr.. Vónirnar til 2016 eru eitt ársúrslit uppá 2,2-2,6 mió. kr.. 2016 verður eitt spennandi ár, har Suðuroyar Sparikassi m.a. fer at geva viðskiftafólki sínum enn fleiri góð tilboð, sum fara at skunda undir menningina av føroyska samfelagnum.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.