Stark sitir á grønlendska byggimarknaðinum

22/02/16

Við seks timburhandlum situr danska felagið Stark tungt á tí grønlendska byggimarknaðinum.

Danski timburhandilin hjá DT Group, Stark, ger eisini nógv burturúr á grønlendsku heimasíðu síni at royna at vísa á, at tey eru “lokal”. Her eru nøkur brot:

STARK er í Grønlandi skrásett sum sjálvstøðugt grønlendskt partafelag, sum betalir skatt í Grønlandi.

Nógvir av okkara kundum í Grønlandi verða avgreiddir beinleiðis frá søludeildini í Grønlandshavnini í Aalborg.

Í STARK hava vit fokus á at involvera okkum lokalt.

STARK er limur í CSR Greenland, sum millum annað hevur til endamáls at styrkja førleikarnar hjá grønlendskum fyritøkum.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.