Sandavágs Timburhandil góðar tvær milljónir í avlopi

06/06/15

P/f Sandavágs Timburhandil hevði 2,1 milljónir krónur í avlopi í 2014.

Hetta er betri enn í 2013 tá avlopið var 1,9 milljón krónur áðrenn skatt.

Hesi seinastu árini hevur tað gingið støðugt framá hjá Sandavágs Timburhandli, og var úrslitið í 2014 tað besta hjá felagnum.

Lønarkostnaðurin hjá Timburhandlinum var 2,3 milljónir krónur í 2014, so sigast má, at ársúrslitið var sera gott, tá sæð verður í mun til virksemi og lønarkostnað.

Bruttovinningurin er øktur úr 3,4 milljónum krónum í 2012 upp í 5,9 milljónir krónur í 2014. Talan er sostatt um ein vøkstur í bruttovinningi uppá 73 prosent. Í sama tíðarskeiði er lønarkostnaðurin bert hækkaður við 14 prosent.

Eginognin hjá Sandavágs Timburhandli er knappar fimm milljónir krónur.

Vitjið heimasíðuna hjá Sandavágs Timburhandil við at trýsta á her

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.