P/f Pelagos í Fuglafirði gott fíggjarligt úrslit fyrsta árið

18/05/15

Hóast P/f Pelagos í Fuglafirði ikki byrjaði sítt virksemi fyrr enn 14. august 2014, so eydnaðist tað felagnum at hava eitt gott fíggjarligt avlop av rakstrinum fyrsta roknskaparárið.

Avlopið fyri teir fýra seinastu mánaðirnar av 2014 gjørdist knappar 13 milljónir krónur. Pelagos útbetalti góðar 21 milljónir krónur í lønum til tey í meðal 66 starvsfólkini, ið eru í starvi hjá felagnum.

Tað var annars ikki fyrr enn seinast í januar 2014, at felagið P/f Pelagos varð stovnað av Framherja, Palla hjá Mariannu og Havsbrún. Vikuna eftir kom felagið Á Enni í Fuglafirði eisini inn sum eigari, so talan er um tilsamans fýra eigarar av P/f Pelagos.

Skjótt gekk at byggja virkið og longu 14. august varð virkið tikið í nýtslu, og megnaði eisini at hava avlop av rakstrinum hetta fyrsta árið. Tað má sigast at verða avbera gott.

Íløgur er gjørdar í virkið uppá 240 milljónir krónur, og leiðslan er í roknskapinum væl nøgd við bæði virkið, marknað og gongdina hesa fyrstu tíðina.

Jóhan Páll Joensen, ið er vælkendur sum stjóri og vinnulívsmaður gjøgnum seinastu mongu árini, er stjóri í P/f Pelagos. Odd Eliasen er nevndarformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Eyðun Rasmussen og Anfinnur Olsen.

P/f Pelagos varð stovnað við 55 milljónum krónum í partapeningi. Hetta fyrsta árið verða góðar 10 milljónir krónur lagdar afturat í avlopi, so samlaða eginognin hjá P/f Pelagos er nú góðar 65 milljónir krónur.

Skærmbillede (184)

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.