P/f Magn økir um bruttovinningin

20/05/15

Roknskapurin hjá P/f Magn fyri 2014 vísir eitt avlop áðrenn skatt uppá 29 milljónir krónur. Hetta er 3 milljónir krónur betri enn í 2013, tá úrslitið var 26 milljónir krónur.

Umsetningurin hjá P/f Magn er fallin við 154 milljónum krónum úr 848 milljónum krónum í 2013 niður í 694 milljónir krónur í 2014.

Hóast stóra fallið í umsetninginum, ið grundast at olju- og bensinprísirnir eru falnir munandi, so hava kundarnir ikki fingið allan vinningin av prísfallinum.

P/f Magn hevur í 2014 valt at økja um bruttovinningin, so bruttovinningurin hækkaði við 3 milljónum krónum í 2014, tá samanborið verður við 2013.

EBITDA, sum er úrslit áðrenn avskrivingar, rentur og skatt hjá P/f Magn var 49 milljónir krónur í 2014.

P/f Magn hevur havt góð úrslit seinastu árini. Soleiðis hevur úrslitið áðrenn skatt verið samanlagt 123 milljónir krónur seinastu fimm árini frá 2010 til 2014. Av hesum eru 27 milljónir krónur goldnar í partafelagsskatti.

Av nettoavlopinum seinastu fimm árini, sum er 96 milljónir krónur, eru 39 milljónir krónur goldnar til íslendska eigaran av P/f Magn, meðan restin 57 milljónir krónur er lagt afturat eginognini í felagnum, ið nú er komin uppá 158 milljónir krónur.

 

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.