P/f Løvubetong: Økt byggivirksemi sæst aftur í størri framleiðslu

23/05/15

Tað sæst veruliga aftur hjá P/f Løvubetong, at munandi meira byggivirksemi er í Føroyum, hetta vísir nýggjasti roknskapur felagsins fyr 2014.

Lønarkostnaðurin hjá P/f Løvubetong er hækkaður við 35 prosent og kom uppá 7,2 milljónir krónur tilsamans í 2014. Hetta er samstundis tað mesta av lønarkostnaði til starvsfólk, ið felagið hevur havt síðan tað varð stovnað fyri góðum 30 árum síðani.

Vøksturin í bruttovinningi var eisini stórur. Bruttovinningurin hjá P/f Løvubetong hækkaði við 60 prosent í 2014, og kom uppá góðar 15 milljónir krónur. Hetta er besta árið hjá P/f Løvubetong tá talan er um virksemi og rakstur annars.

Úrslitið var eisini gott, og var ársúrslitið áðrenn skatt 4,3 milljónir krónur. Hetta er ein milljón betri enn árið frammanundan í 2013.

Hesi seinastu árini hevur starvsfólkatalið hjá P/f Løvubetong ligið beint undir 20, men í 2014 fór tað uppum 20 starvsfólk.

Eginognin hjá P/f Løvubetong er nú komin uppá 34 milljónir krónur.

P/f Løvubetong er veitari av nógvum ymiskum tænastum sum betongsøla, sementsøla, kranaleiga og gerð av betongelementum. Fyritøkan liggur á Norðskála, og góða plaseringin ger, at tað er skjótt at koyra út til alt tað føroyska meginøkið, ið telur 85 prosent av føroyska fólkatalinum.

Regin Johannesen er stjóri í P/f Løvubetong, tað hevur hann verið seinastu átta árini.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.