P/f KJ Hydraulik: 22 nýggj starvsfólk eftir tveimum árum

26/05/15

P/f KJ Hydraulik á Kambsdali hevur vaksið nógv um virksemi sítt seinastu árini. Hetta hevur givið meira arbeiði og fleiri starvsfólk, og hevur KJ Hydraulik sett 22 nýggj fólk í starv hesi seinastu tvey árini, so tað nú starvast 80 fólk hjá felagnum.

Økta starvsfólkatalið ger eisini, at P/f KJ Hydraulik hevur útgoldið 9 milljónir krónur meira í lønum í 2014 tá samanborið verður við 2012. Meðallønin til tey 80 starvsfólkini hevur verið 33.000 krónur um mánaðin í 2014.

Úrslitið hjá P/f KJ Hydraulik gjørdist eisini gott í 2014, har felagið hevði eitt avlop uppá góðar 7 milljónir krónur áðrenn skatt. Hetta er heldur minni enn rekordárið 2013, tá avlopið áðrenn skatt gjørdist knappar 10 milljónir krónur.

Orsøkin til at avlopið er fallið við 3 milljónum krónum er, at meðan bruttovinningurin er vaksin við 3 milljónum krónum í 2014, so er lønarkostnaðurin øktur við 6 milljónum krónum.

Eginpeningsavkastið er sera gott, tað var 24 prosent í 2014.

Taka vit seinastu fýra árini, so hevur P/f KJ Hydraulik havt eitt avlop eftir skatt uppá 22 milljónir krónur. Hetta svarar til eitt avkast uppá 178 prosent av eginognini uppá fýra ár.

Eginognin í felagnum er nú knappar 30 milljónir krónur.

Les eisini: KJ Hydraulik fantastiskt úrslit í 2013

kj hydra

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.