P/f Faroe Origin vent gongdini og vendir hall til avlop

24/05/15

Hóast leiðslan í P/f Faroe Origin hevði ætlað tað enn betur í 2014, so kann hon tó fegnast um at virksemið hjá P/f Faroe Origin gav avlop í 2014.

Talan var um eitt avlop uppá knappar 3 milljónir krónur, og skal hetta síggjast í mun til at felagið hevur havt hall av rakstrinum undanfarnu trý árini.

Talan er um at EBITDA er hækkað úr 1 milljón krónum í 2013 upp í 18 milljónir krónur í 2014.

Lønarkostnaðurin var 66 milljónir krónur í 2014. Hetta er 9 milljónir krónur meir enn í 2013. Starvsfólkatalið er eisini hækkað við 22 fólkum upp í 166 starvsfólk í 2014. Hetta svarar til eina meðal ársløn til tey 166 starvsfólkini uppá knappar 400.000 krónur í 2014.

At talan er um í eina av føroya týdningarmiklu fyritøkum vísir umsetningur og starvsfólkatal. Hesi fýra árini P/f Faroe Origin hevur verið virkið, hevur felagið útgoldið 226 milljónir krónur í lønum.

Rentuberandi skuldin hjá P/f Faroe Origin er minkað við 30 milljónum í 2014 og var við árslok 120 milljónir krónur.

Tað eru P/f Bacalao, P/f Varðin og P/f Framherji, sum stovnaðu P/f Faroe Origin í 2011, og sum framvegis eiga felagið, sum rekur flakavirki í Runavík og fýra trolarar.

 

faroeorigin

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.