P/f Eystur- og Sandoyartunlar keypt kanningartilfar frá Lív

05/05/15

P/f Eystur- og Sandoyartunlar, ið tað almenna eigur, var stovnað í juni 2014.

Sambært roknskapi felagsins fyri 2014 hevur felagið longu gjørt íløgu í og keypt tilfarið hjá P/f Skálafjarðartunnilin, sum Lív eigur, fyri knappar 8 milljónir krónur.

Sambært nevndini í P/f Eystur- og Sandoyartunlar verður hetta gjørt fyri at fáa til vega vitan og spara tíð.

Ætlanin hjá P/f Eystur- og Sandoyartunlar er at byrja at projektera tunlarnar báðar í ár.

Les eisini: P/f Skálafjarðartunnilin fer í søguna

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.