P/f Eystur- og Sandoyartunlar hækka partapeningin við 5 milljónum

30/05/15

Sambært løgtingslóg frá 14. apríl 2015 so skuldi Føroya Landsstýri hækka partapeningin í P/f Eystur- og Sandoyartunlar við 5 milljónum krónum í ár.

Hetta er nú gjørt, og er partapeningurin í felagnum hækkaður við 5 milljónum úr 15 milljónum krónum upp í 20 milljónir krónur.

Sambært løgtingslógini hevur Løgtingið samtykt at binda seg til at rinda tilsamans 400 milljónir krónur til P/f Eystur- og Sandoyartunlar.

Játtanin skal strekkja seg yvir 11 ár, og verður ásett á fíggjarlógini soleiðis:

1)   kr. 15 mió. í 2014

2)   kr.   5 mió. í 2015

3)   kr. 25 mió. í 2016

4)   kr. 35 mió. í 2017

5)   kr. 35 mió. í 2018

6)   kr. 35 mió. í 2019

7)   kr. 50 mió. í 2020

8)   kr. 50 mió. í 2021

9)   kr. 50 mió. í 2022

10) kr. 50 mió. í 2023

11) kr. 50 mió. í 2024

Sum tað framgongur, so hevur landskassin bundið seg til nógv størri upphæddir í seinna enda av hesum tíðarskeiðinum uppá tilsamans 11 ár.

Hóast lógin leggur upp til at hetta er tað einasta sum Føroya Landsstýri skal binda seg til í samband við hesa stóru verkætlan, so má roknast við, at tá fígging skal veitast, at krøv verða frá fíggingarveitarum at Føroya Landsstýri veðheldur fyri fíggingarupphæddini, ið verður vænta at liggja millum 1,5 og 2 milljardir krónur.

Les lógina um P/f Eystur- og Sandoyartunlar her

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.