Ongin undirtøka fyri uppskotið um eykahjálp

11/05/15

Tjóðveldi slapp at leggja uppskot fram, sum heimilar almannaverkinum at geva serligt ískooyti upp til 1500 krónur um mánaðin til børn, hvørs foreldur eru serliga hart sperd fíggjarliga.

Meira ivasamt er um málið fær undirtøku í Løgtinginum. Trivnaðarnevndin hevur lagt álit fram í málinum, men bert umboðini fyri Tjóðveldi eru tey einastu, sum taka undir við málinum.

Meirlutin í nevndini, sum umfatar umboðini fyri samgonguna og Javnaðarflokkin vísa, at at ongin fígging er til uppskotið og tí fær tað ikkki undirtøku.

Meirlutin mælir frá at samtykkja uppskotið.

Skrivað hevur Árni Gregersen

Árni Gregersen, journalistur og stjóri á www.ting.fo. Drúgvar journalistiskar royndir frá sjónvarpi, útvarpi, bløðum, magasinum og netmiðlum bæði heima og uttanlands.