Ølið og vínið sleppa ikki í handlarnar

06/05/15

Tað verður neyvan í hesum umfarinum, at matvøruhandlarnir sleppa at selja øl og vín.

Tað skrivar KVF.fo.

Ein samd Vinnunevnd mælir løgtinginum frá samtykkja uppskotið hjá Framsókn um at broyta rúsdrekkalógina, so Rúsan missir einkarættin at selja øl og vín.

Framsókn vil eisini hava løgtingið at samtykkja, at matstovur sjálvar skulu sleppa at bíleggja vín og øl.

Poul Michelsen, løgtingsmaður, sigur við KVF.fo, at ein kanning, sum Framsókn gjørdi í apríl í fjør, vísir, at ein stórur meiriluti av teimum spurdu tóku undir við, at matvøruhandlar kunnu selja øl og vín.

Men Fólkaheilsuráðið mælir frá. Og eftir at hava viðgjørt málið á seks fundum bleiv niðurstøðan hjá Vinnunevndini, at hon tekur ikki undir við uppskotinum og mælir løgtinginum frá at samtykkja tað.

Skrivað hevur Torleif Joensen

Royndur íverkseti og sjálvstøðugur vinnurekandi. Serkønur í tøknifrøði, sosialum miðlum og menning av nýggjum handilsmøguleikum.