Nú fara kekkar endaliga í søguna

31/03/16

Nýtslan av kekkum hevur seinastu mongu árini verið fallandi, og er nú vorðin lítil og eingin.

Hetta hevur gjørt at donsku bankarnir hava sagt upp sínamillum avtaluna um at kekkar kunnu innloysast hjá hvørjum øðrum. Hendan gamla avtalan fer úr gildi við árslok í ár.

Tann 30 desember 2016 verður sostatt seinasti dagur, har til ber at innloysa kekkar í øðrum bankum enn tí bankanum har kekkurin er skrivaður útfrá.

Nógvir bankar hava longu boðað frá, at teir heilt gevast við kekkum, og at kekkurin tískil fer í søguna.

Sum alternativ til kekkin vísa bankarnir á eitt nú MobilePay, Swipp, Dankort og skundflyting í netbankanum.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.