Nógv fleiri nýggj partafeløg og færri verða strikað

02/06/15

Tað gongur betri í Føroyum tá talan er um ígongdsetan. Hetta vísir talið av føroyskum parta- og smápartafeløgum.

Tey seinastu fimm árini heilt síðan 2008 er talið av føroyskum parta- og smápartafeløgum minkað á hvørjum ári, men nú er vend komin í aftur, og fyri fyrstu ferð í seks ár er talið á føroyskum parta- og smápartafeløgum vaksið.

Í 2012 vóru 120 nýggj feløg stovnað, men tá tað sama ár vóru strikað 180 feløg, so var talan um eina minking av føroyskum parta- og smápartafeløgum í 2012 uppá 60 feløg netto.

Í 2013 gekk heldur betur, tá vóru 123 nýggj parta- og smápartafeløg stovnað meðan 168 feløg vóru strikað. Talan var tískil um eina nettominking uppá 45 parta- og smápartafeløg.

Í fjør í 2014 var fyri fyrstu ferð framgongd at hóma aftur. Tá vóru 162 nýggj parta- og smápartafeløg stovnað, meðan bert 130 feløg vóru strikað, so endaliga úrslitið fyri 2014 gjørdist ein nettotilgongd uppá 32 feløg.

Hetta er tó einki at rokna í mun til tað framgongd, sum var árini frá 2004 til 2008 tá talið á parta- og smápartafeløgnum vaks nógv skjótari.

Roknskaparinformatiónsskipanin Vinnuvitan.biz, ið skrásetir og inniheldur allar føroyskar virkisroknskapir síðan 2004 hevði í 2008 skrásett 2.641 virkisroknskapir. Í 2013 var talið fallið niður á 2.472 virkisroknskapir.

Talið á føroyskum parta- og smápartafeløgum kundi vaksið skjótari um Vinnumálaráðið hevði stuðlað undir meira ígongdsetan. Vinnumálaráðið hevur valt ikki at lækka kravið til at stovna eitt smápartafelag úr kr. 80.000,00, sum er kravið í Føroyum, niður í kr. 50.000,00, sum er kravið í Danmark.

Harumframt hevur Vinnumálaráðið valt ikki at stuðla undir ígongdsetan við at loyva serligum íverksetarafeløgum, IVS, sum hava verið sera vælumtókt í Danmark, har felag kann stovnast við 1 krónu í stovningarkapitali, men har avlop er bundið í felagnum inntil tað nær markið fyri eginpening í einum smápartafelagi kr. 50.000,00.

 

 

 

 

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.