MT Højgaard Føroyar 41 milljónir í halli seinastu seks árini

31/05/15

P/f MT Højgaard Føroyar hevur havt hall seinastu seks árini frá 2009 til 2014. Tilsamans er hallið hesi seks árini farið uppum 41 milljónir krónur.

Umsetningurin hesi seks árini hevur bert verið góðar 130 milljónir krónur, so sigast má, at virksemið hjá felagnum í Føroyum hevur verið sera avmarkað.

Sambært roknskapunum hjá felagnum, so eru stórar upphæddir brúkar til at rudda upp fyri vánaligt útført arbeiði, har millum annað studentaskúlin í Hovi hevur kostað P/f MT Højgaard Føroyar nógvan pening í tapi.

Í 2013 og 2014 er virksemið hjá P/f MT Højgaard farið niður í einki, og í 2014 vóru bert tvey starvsfólk hjá felagnum, og umsetningurin var bert 715.000 krónur.

Eginognin í felagnum er nú negativ við góðum tveimum milljónum krónum, men móðirfelagið MT Højgaard Danmark ætlar at endurreisa eginognina í ár við nýggjum innskoti.

Leiðslan í felagnum væntar ein lægri aktivitet í felagnum komandi árini og eitt úrslit uppá 0 krónur. Hetta vil siga, at MT Højgaard ongar aktuellar ætlanir hevur fyri virksemi í Føroyum komandi árini.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.