Marine Harvest tvífaldar umsetningin í Føroyum eftir einum ári

27/05/15

261 milljónir krónur. Hetta er vøksturin í umsetningi hjá P/f Marine Harvest Faroes í 2014. Tað er ein sera stór framgongd, tá hugsað verður um, at samlaði umsetningurin í 2013 var 266 milljónir.

Við hesum megnaði P/f Marine Harvest Faroes at tvífalda umsetningin eftir bert einum ári frá 2013 til 2014 og náa einum samlaðum umsetningi uppá 527 milljónir krónur í 2014.

At umsetningurin vaks, gjørdi eisini at meira lá eftir, tí bruttovinningurin hækkaði við 70 milljónum krónum úr 107 milljónum krónum í 2013 upp í 177 milljónir krónur í 2014.

Lønarkostnaðurin stóð í stað á útvið 18 milljónum krónum, so endaliga ársúrslitið áðrenn skatt náddi uppá 156 milljónir krónur. Hetta er meir enn felagið hevur tjent tey trý árini frammanundan í 2011, 2012 og 2013, tá samlaða avlopið varð 143 milljónir krónur áðrenn skatt.

Harvið er talan um eitt veruligt rekordár hjá P/f Marine Harvest Faroes, raksturin hevur verið avbera góður, uttan at útreiðslustøðið er hækkað.

Felagið er eisini sera væl fyri fíggjarliga. Eingin bankaskuld og 21 milljónir krónur á bók, og ein solititet uppá 74 prosent talar fyri seg.

68 starvsfólk eru í starvi hjá P/f Marine Harvest Faroes.

Hans Jákup Mikkelsen er stjóri í felagnum. Tað hevur hann verið seinastu fýra árini.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.