Mærsk oljuprísurin má uppá minst 45 dollarar fyri tunnuna

10/02/16

Oljuprísurin má uppá í minsta lagi 45 dollarar fyri tunnuna, áðrenn tað yvirhøvur gevur javnvág hjá danska oljuframleiðaranum Mærsk Oil.

Hetta upplýsir felagið í børsfráboðan í dag. Felagið sigur, at oljuprísurin skal uppá 45-55 dollarar fyri tunnuna, bert fyri at náa javnvág, og dekka tær útreiðslur, sum standast av at fáa oljuna upp.

Mærsk niðurskrivaði oljuaktivitetir við heili 17 milljardum krónum í roknskapinum fyri 2015, og felagið hevur boðað frá, at tað væntar at úrslitið í ár verður munandi verri enn í 2015.

Við einum oljuprísi, sum í dag liggur um 30 dollarar fyri tunnuna, merkir hetta at Mærsk hevur eitt tap uppá í minsta lagi 15 dollarar fyri tunnuna framleitt verður í dag.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.