Mærsk mist meir enn 40 prosent av virðinum eftir einum ári

10/02/16

Vánaligu oljuprisirnir og lægri altjóða fraktkostnaðir seta síni tíðiligu spor á Mærsk partabrævið.

Eftir einum ári frá februar 2015 til februar 2016 hevur partabrævið hjá Mærsk mist meir enn 40 prosent av virðinum.

Partabrævið fall eisini beinanvegin í samband við at ársroknskapurin fyri 2015 var kunngjørdur tann 10. februar. Longu áðrenn marknaðurin lat upp, var partabrævið fallið við heili 6 prosent, og er partabrævið fallið góð 10 prosent uppá tveir dagar.

Kursurin á partabrævinum hjá Mærsk er per 10. februar 2016 7.675. Hetta er júst tað sama kursurin var í oktober 2000, ella fyri meir enn 15 árum síðani, so langsigtað íløga í Mærsk partabrøv hevur ikki verið nøkur góð íløga.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.