Luna setur met, laksurin gongur nú minni enn eitt ár í sjónum

19/03/16

Altjóða føroyska alifyritøkan Luna í Sørvági hevur sett met við nýggja hátti sínum at ala laks.

Fyri knøppum ári síðani 23. mars 2015 vóru 59.000 laksar settir út. Meðalvektin á smoltinum var 504 gram hvørt.

Nú knappliga eitt ár eftir ella 12. mars er laksurin tikin, og meðalvektin var heili 5,6 kilo. Tá er hann kruvdur, og tað svarar til at 18 prosent av vektini er drigið frá. Laksurin er sostatt vaksin við 5,1 kilo í eitt ár.

Smoltið hevur gingið í nýggju smoltstøðini á Fútakletti, sum Luna bygdi í 2014.

Atli Gregersen, stjóri sigur við norska ilaks.no at kostnaðurin at ala laksin er ikki hækkaður, men er hin sami. Fyrimunurin er at laksurin nú bert skal ganga 12 mánaðir í sjónum í staðin fyri 18 mánaðir.

Hetta gevur alifelagnum møguleikar at økja um framleiðsluna, tá laksurin gongur styttri tíð á sjónum.

Sambært íløguuppleggi hjá Bakkafrost verður mett, at nøgdin av laksi kann hækka við stívliga 30 prosent við hesum framleiðsluhátti.

Les alla greinina á norsku heimasíðuni ilaks við at trýsta á her

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.