Klinikkassistent / hjálparfólk til PETRI Tannklinikk

28/05/15

Vit sóknast eftir einum klinikkassistenti / hjálparfólki at byrja skjótast gjørligt, ella eftir avtalu. At byrja við er talan um tríggjar dagar um vikuna, seinni skal roknast við at tørvurin er fýra til fimm dagar um vikuna. Møguleiki er fyri føstum starvi, og at fara í læru til klinikkassistent, eftir at ávís royndartíð er farin.

Vit bjóða tær eitt trygt og gott starv, við góðum starvsfeløgum og møguleikum at førleikamenna teg. Í byrjanini fevnir arbeiði mest um at hjálpa til ymsa staðni á klinikkini, við m.a. at reinsa arbeiðstól og at læra at assistera tannlæknum í teirra arbeiði. Við tíðini koma aðrar vanligar arbeiðsuppgávur á eini tannlæknastovu, so sum at taka sær av móttøkuni, stýra avtalubókum hjá viðgerðarum, arbeiða í sterilisatión, taka ímóti vøru og stýra lagrinum v.fl.

Vit vænta av tær, at tú møtir vælupplagdur og stundissliga til avtalaðar tíðir; at tú hevur gott næmi og ein natúrligan áhuga fyri fakinum; at tú sjálvur tekur stig til at søkja meira vitan og læra meira um fakið; at tú sjálvur tekur stig til at finna nýggjar og betri arbeiðsgongdir í tí dagliga; at tú sjálvur ert førur fyri at síggja og veita neyðuga hjálp til starvsfelagaðar, og at tú tekur móti avbjóðingum við einum jaligum og uppbyggjandi hugburði.

Arbeiðsplássið liggur væl fyri mitt í Havnini, í Rabarbukvarterinum beint við gamla kommunuskúlan, í einum gomlum sermerktum og sjarmerandi bygningi.

Vit eru eitt toymi av tannlæknum, tannrøktarum, tannteknikara og klinikkassistentum, sum tú kemur at arbeiða tætt saman við í gerðandisdegnum. Tónin millum starvsfólkini er óformligur, og vit eta javnan morgunmat, døgurðar o.a. saman, sum arbeiðsplássið syrgir fyri. Av og á fara vit á útferðir, skeið o.a., umframt at starvsfólkini sjálvi kunnu tilrættisleggja ymisk felags tiltøk saman.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær, skjótast gjørligt.

Formligu krøvini til at fara í læru sum klinikkassistentur / tannklinikkatstøðingur eru, fráfaringarroynd fólkaskúlans og eitt hálvt ára starvstíð á tannklinikk. Full løn verður givin í lærutíðini, sum er trý ár.

Send umsókn, skjótast gjørligt, til petri@petri.fo

Vit eggja øllum ið lúka formligu krøvini og brenna fyri fakinum at søkja, eisini teimum ið áður hava søkt hjá okkum, og á tann hátt hava víst áhuga fyri fakinum. Allar umsóknir verða viðgjørdar sakliga og í fullum trúnaði.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, ella hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Hans Marner á telefon 212518, ella við at senda ein teldupost á petri@petri.fo

Skrivað hevur FO250

Tey góðu størvini í FO250 fyritøkunum finnur tú altíð hjá Vinnuvitan. FO250 limir eru topp 250 fyritøkur, bestar eru at arbeiða hjá.