Í hernað móti plastikposum á havinum

04/05/15

ES er nú farið í hernað móti miljardunum av plastikposum, sum á hvørjum ári enda sum burturkast í náttúruni, harav stórur partur endar á havinum, har teir oyðileggja vistskipanirnar.

Í síðstu viku samdist Evropatingið um eitt uppskot, ið skal loysa trupulleikan við teimum mongu plastikposunum.

Ein partur av ætlanini hevur til endamáls at noyða brúkararnar at minka um nýtslu teirra av plastikposum, men tað verður upp til hvørt einstakt limaland at gera av, hvussu hetta skal gerast.

Londini kunnu annaðhvørt velja at seta í verk bindandi mál um, at hvør íbúgvi í mesta lagi má brúka 90 plastikposar við árslok 2019 og í mesta lagi 40 fyri hvønn íbúgva í 2025. Ella kunnu londini seta í verk eitt avgjald á posarnarer innan 2019, so plastikposarnir kosta pengar og ikki verða givnir burtur ókeypis.

Uppskotið umfatar tunnar einnýtisplastikposar. Tó umfatar uppskotið ikki sera tunnu posarnar, sum tildømis teir, ið verða brúktir í handlunum at koyra leysa frukt í.

Umframt ES-tingið skulu øll limalondini góðtaka uppskotið, áðrenn tað kann setast í verk.

Evropearar brúkar stívliga 100 miljardir plastikposar um árið, herundir útivið 90 miljardir tunnar einnýtisposar. Av teimum enda átta miljardir á hvørjum ári í náttúruni, vísa tøl frá ES-nevndini.

Skrivað hevur Leivur Hansen

Leivur Hansen er útbúgvin journalistur og hevur drúgvar royndir sum blað-, útvarps- og sjónvarpsmaður umframt á samskiftisøkinum. Hann starvast nú sum fríyrkisjournalistur.