Hetta hevur ovurstóran týdning fyri Klaksvík

17/03/16

Hetta hevur ovurstóran týdning fyri Klaksvíkina, sigur ein ikki sørt errin borgarstjóri Jógvan Skorheim, um nýggju ætlanina hjá altjóða stórfyritøkuni Bakkafrost, at byggja nýggja smoltstøð á Strond í Klaksvík.

Tað at kunna staðfesta, at talan er um heimsins størstu smoltstøð, sum verður bygd við allari nútímans útgerð, og har 99,7 prosent av vatninum verður endurbrúkt, sigur ikki so lítið um støddina av nýggja virkinum, sigur Jógvan Skorheim, og leggur afturat, at tá talan er um størstu einstøku nýíløgu á landi nakantíð í føroyskari vinnusøgu, og at hon verður gjørd í Klaksvík, so er hetta stórt fyri Klaksvíkar kommunu og tað fólk her býr.

Økið, sum Bakkafrost nú fær til taks frá Klaksvíkar kommunu er umleið 70.000 fermetur stórt, og bygt kemur at verða um 20.000 fermetur á økið í vídd, umframt at partar av byggingini verða í meir enn einari hædd.

Hetta er perfekt timing fyri okkum, tí økið á Strond, har kommunan hevur havt grótbrot í mong ár var við at vera uppbrúkt, og neyðugt var at finna nýtt øki til grótbrot. Tað fáa vit nú við Borðoyavík, og fáa samstundis høvi at fara í gongd við at fáa fleiri vinnuøki til vega, so vinnufyritøkur fáa nýggjar møguleikar at byggja nærhendis undirsjóvartunlinum, sigur Jógvan Skorheim, sum í hesum døgum kann fegnast um at hann sum borgarstjóri hevur fingið Føroya størstu vinnuliga nýíløgu á landi og heimsins størstu smoltstøð til Klaksvíkar.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.