Her eru bestu plássini á atkvøðuseðlinum

08/05/15

Fólkatings- (og løgtings-) val standa fyri durum.

Annarhvør veljari atkvøður persónliga – tað vil siga fyri einum ávísum valevni framum ein flokk.

Men hvar er best at hava navn sítt á atkvøðuseðlinum, um ein ætlar sær at verða valdur inn?

Ovast er best

Granskarar á lærdu háskúlunum í Keypmannahavn og Aarhus hava seinastu árini granskað í, hvar gott er at standa á atkvøðuseðlinum í sambandi við kommunu- og økisval.

Hóast munur er á valskipanunum – og hóast veljararnir í nógv størri mun atkvøða persónligt, tá teir skulu velja politikarar til kommunustýrini og økisráðini, kunnu mong av høvuðsúrslitunum saktans flytast til fólkatingsvalið.

Og ongin ivi er um, at best er at standa ovast á atkvøðuseðlinum.

30 pst. Fleiri arkvøður

Politikarin, ið stendur ovast á atkvøðuseðlinum fær upp til 30 prosent fleiri atkvøður enn floksfelagarnir, ið standa longur niðri.

Orsøkin er rætt og slætt, at teir standa ovast á atkvøðuseðlinum, vísir gransking á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

-Sjálvt um øll amboðini í valstríðnum – sosum valplakatirnar, sum valevnið setur upp, og valfundirnir, sum persónurin luttekur á – verða tikin úr roknistykkinum, hevur tað eina sjálvstøðuga ávirkan at standa ovast á atkvøðuseðlinum, sigur Kasper Møller Hansen, valgranskari og professari í stjórnmálafrøði á Københavns Universiteti sambært DR Nyheder.dk.

-Valevnini ovast á listanum fáa meiri uppmerksemi, og tí er umráðandi hjá valevnunum at koma so langt upp á listan sum yvirhøvur gjørligt, um tey vilja verða vald, sigur hann.

Gott á teigi 2 og 3

Og tó.

Hevur ein flokkur so nógv valevni, at tey verða noydd at standa á fleiri teigum ella røðum á atkvøðuseðlinum, so kann tað vera ein fyrimunur at vera millum ovastu nøvnini á teigi 2 og 3 enn at vera millum ovastu valevnini í fyrsta teigi.

Við hjálp av hagfrøðiligum greiningum og einum sokallaðum eyetracking-software – har skrásett verður, hvar veljarin hyggur – hava granskarar á Aarhus Universiteti funnið fram til, at valevnið, hvørs navn stendur ovast á 2. teigi, fær millum trý og fýra prosent fleiri atkvøður, enn um viðkomandi hevði staðið longur niðri á teigi 1.

Sambært Søren Serritzlew, professara á Institut for Statskundskab á Aarhus Universiteti, er orsøkin ikki, at vit lesa frá vinstru móti høgru.

-Fólk geva ótilvitað persónum og lutum, ið standa ovast á einum lista, størri ans, sigur hann.

Ovasta kvinnan fær fleiri atkvøður

Harumframt fær kvinnan, ið stendur ovast á atkvøðuseðlinum, eitt lutfalsliga størri persónligt atkvøðutal enn hinir kvinnuligu floksfelagarnir.

– Fyrsta kvinnan á listanum fær eitt eyka boost, greiðir Kasper Møller Hansen frá.

Hetta bendir á, at nakrir veljarar frammanundan hava gjørt av at atkvøða fyri eini kvinnu, og at teir so velja ta fyrstu á seðlinum.

Sama rák sæst í mun til valevni, sum hava eitt útlendskt ljómandi navn, sigur Kasper Møller Hansen.

Ringt at standa aftanfyri atkvøðuslúk

Hinvegin skal ein ikki vænta at fáa fleiri atkvøður frá hinum flokkunum, sjálvt um ein stendur ovast á listanum.

27 prosent av veljarunum atkvøddu annars fyri einum nýggjum flokki á síðsta fólkatingsvali.

Men sambært Kasper Møller Hansen er innanhýsis á listunum, at nógv tær flestu atkvøðurnar verða fluttar runt á valdegnum.

– Valevnini stjala nakrar atkvøður frá hvør øðrum, sigur hann og leggur dent á, at veljararnir ikki eru heilt sørir, tá teir fara til atkvøðuborðið.

-Teir eru annaðhvørt eitt sindur reyðir, bláir ella grønir. Teir velja so ein flokk, hyggja at listanum, og tá kann so hetta árinið gera seg galdandi, sigur Kasper Møller Hansen.

Harumframt funnu granskararnir á Aarhus Universiteti út av, at fleiri av valevnunum á kommunuvalunum, ið stóðu á sama lista sum borgarstjórin, ofta fingu færri persónligar atkvøður enn valevnini hjá hinum flokkunum.

Orsøkin til hetta er sambært Søren Serritzlew, at borgarstjórin sýgur atkvøður til sín.

– Soleiðis verður eisini á fólkatingsvalinum hjá teimum valevnum, ið standa aftanfyri ein atkvøðuslúk á atkvøðuseðlinum, sigur hann sambært DR Nyheder.dk.

Skrivað hevur Leivur Hansen

Leivur Hansen er útbúgvin journalistur og hevur drúgvar royndir sum blað-, útvarps- og sjónvarpsmaður umframt á samskiftisøkinum. Hann starvast nú sum fríyrkisjournalistur.