Heimsins størsta smoltstøð í Klaksvík

15/03/16

Um tvey ár stendur ein spildurnýggj smoltstøð í grótbrotinum á Strond í Klaksvík, sum altjóða alifyritøkan Bakkafrost eigur.

Talan er um ein kapasitet uppá 29.000 m3, og kemur nýggja smoltstøðin á Strond meir enn at tvífalda smoltkapasitetin hjá Bakkafrost.

Økið sum Bakkafrost fær til vega frá Klaksvíkar kommunu er um 70.000 fermetur, og bygt verður 19.475 fermetur. Partur av hesum stóra bygningi verður í meir enn einari hædd, so talan er um útvið 25.000 fermetur gólvvídd tilsamans.

Fyri tveimum árum síðani bygdi Lerøy heimsins størstu smoltstøð í Noregi, sum er 11.000 fermetur, so nýggja smoltstøðin á Strond í Klaksvík er uttan iva heimsins størsta smoltstøð.

Nýggj smoltstøð er júst bygd inni á Dølum á Viðareiði, har kapasiteturin er 8.000 m3.

Við hesum báðum nýggju smoltstøðunum, kemur Bakkafrost at fýrafalda smoltkapasitetin eftir trimum árum frá 2015 til 2018.

Kostnaðurin at byggja nýggju smoltstøðina á Strond verður mettur til 650 milljónir krónur, og nevndin í Bakkafrost hevur góðkent ætlanina.

Soleiðis kemur at síggja út norðuri á Strond á sumri 2018.

Skærmbillede (53)

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.