Gist & Vist 2014 gjørdist besta árið hjá felagnum nakrantíð

23/06/15

P/f Gist & Vist, sum rekur hotel og matstovur bæði í Tórshavn og Vágum, hevði sítt besta ár nakrantíð í 2014.

Talan er um framgongd yvir alla linjuna og talið av starvsfólki er eisini hækkað nógv. Tað starvast nú 145 fólk hjá felagnum, og er talið hækkað ár um ár síðan 2004, tá 55 fólk vóru í starvi.

Í 2014 hevði Gist & Vist 41 milljónir krónur í kostnaði til starvsfólk. Í 2004 var talið 11 milljónir krónur, so talan er um ein ógvuliga stóran vøksur í bæði starvsfólkatali og lønarkostnaði seinastu 10 árini.

Úrslitið hjá Gist & Vist var 5 milljónir krónur áðrenn skatt í 2014. Eginognin er nú komin uppá 15 milljónir krónur.

Tú kanst lesa nógv meir um roknskapin hjá Gist & Vist við at tekna hald av Vinnuvitan.biz. Tekna eitt ókeypis royndarhald beint nú og fá atgongd til 25.000 føroyskar roknskapir.

Vitja Vinnuvitan.biz heimasíðuna her

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.