Gipsplátur eru fullar av blámusoppi

25/05/16

Gipsplátur eru allar fullar av blámusoppi. Hetta vísir ein kanning, sum Danmarks Tekniske Universitet hevur gjørt, og sum DR nú endurgevur.

Talan er um eina kanning, ið er gjørd yvir longri tíð, har gipsplátur eru keyptar frá ymiskum sølustøðum umboðandi flest allar framleiðarar av gipsplátum.

Úrslitið er ikki gott. Allar pláturnar høvdu munandi spor frá giftigum blámusoppi longu tá tær vóru keyptar. Talan er um eitt ávíst slag av blámusoppi, sum er í øllum plátunum, og tey sum hava rannsakað gipspláturnar eru sannførd um, at talan er um sjálvt pappírið sum verður nýtt, ið er syndarin.

Gips hevur lætt við at upptaka vætu, og pappírið í er heft uppá plátuna ger tað ómøguligt hjá vætuni at sleppa út.

Allir framleiðarar nýta endurnýtslupappír, sum ofta er vátt har tað verður goymt í handlum og øðrum støðum. Blámusoppurin yvirlivir framleiðsluna og endar við at flyta inn í nýgjørd hús og bygningar, har gipsplátur verða nýttar sum byggitilfar.

Í Føroyum hevur gips verið nýtt í minni mun, men nýtslan er nógv økt seinastu 10-20 árini.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.