Framgongd og avlop hjá Atlanticpane

06/06/15

P/f Atlanticpane í Kollafirði hevði framgongd í rakstrinum í 2014.

Bruttovinningurin hækkaði við hálvari milljón krónum og kom uppá 4,7 milljónir krónur.

Úrslitið áðrenn skatt gjørdist eitt avlop uppá 242.000 krónur í 2014 móti einum nullúrsliti í 2013.

Lønarkostnaðurin hjá Atlanticpane var 3,6 milljónir krónur í 2014. Tað var tað sama sum í 2013.

Eginognin hjá Atlanticpane er nú 3,3 milljónir krónur.

Vitja heimasíðuna hjá Atlanticpane við at trýsta á leinkjuna her

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.