Føroyskur íverksetari ger um seg uttanlands

11/05/14

Tað byrjaði sum eitt gott hugskot til eina verkætlan á DTU skúlanum har tær báðar Marie S. Berggren og Heiða G. Nolsøe báðar lesa, men tað var skjótt at tær komu eftir at tað var meir í hesum hugskoti, og at tað átti at gjøgnumførast í veruleikanum.

Hetta førdi við sær at DropBucket var framleitt fyri fyrstu ferð í fjør, og tað vísti seg skjótt at eftirspurningurin eftir produktinum var har, og ruskílatið hjá DropBucket var nýtt serstakliga til fleiri tónleikafestivalar í 2013.

DropBucket er eitt einfalt eingangsruskílat, ið er serliga vælegnað til størri tiltøk sum tónleikafestivalar, ítróttarkappingar og stevnur av ymiskum slagi. Ruskílatið, sum í formi er skapað soleiðis at tað stendur væl á vøllinum, er framleitt úr endurnýtslupappi, sum verður burturbeint saman við ruskinum. Ruskílatið kann leggjast saman, og er tí lætt at flyta í stórum mongdum, og er skjótt at seta upp á staðnum.

Skærmbillede (59)

Hava fingið patent uppá design
DropBucket Aps. hevur gjøgnum eina patentumsókn fingið patent uppá design í Evropa, og fyrr í ár hevur felagið eisini fingið nýggjar íleggjarar. Tað er føroyska íløgufelagið Royndin, sum lívstryggingarfelagið Lív eigur, sum hevur sett 1,3 millión krónur í DropBucket Aps.

Íløgan er ein viðurkenning av at DropBucket sum virkisfremjandi fyritøka nýtir endurnýtsluhugsjónina, har DropBucket  bæði hevur eina praktiska loysn saman við fíggjarligum lønsemi, segði Atli Rasmussen, stjóri í P/f Royndin í samband við at Royndin fekk íleggjaraprísin á árliga føroyska íverksetaradegnum í mars 2014.

Skærmbillede (60)

Vit hava verið har til rætta tíð, og við at luttaka á fleiri festivalum í 2013 við góðum úrsliti, hava vit skapt grundarlag fyri at tiltrekkja íløgukapital. Við nýggjum íløgukapitali hava vit møguleika at víðarimenna okkara produkt, og ikki minst at fáa tað meira útbreitt á marknaðin bæði í Danmark og uttanlanda, sigur annar stovnarin og stjórin í DropBucket Aps, Heiða G. Nolsøe.

Í apríl vann DropBucket aðru virðisløn hjá danska Innosites fyri burðadygga ruskskipan, og gav dómsnevndin DropBucket nógv rósandi orð við á vegnum, ikki minst at talan her er um eina vøru, ið kann mennast og endurskapast á fleiri ymiskum økjum.

Hetta er felagið Dropbucket eisini í gongd við, og verður í løtuni arbeitt við at gera eina minni útgávu av ruskílatinum, ið fólk kunnu taka við sær, tá tey til dømis fara út at grilla og slíkt, sigur Heiða G. Nolsøe.

Hetta byrjaði bara sum eitt lítið hugskot til eitt semesterprojekt á DTU, og eg hevði ongantíð roknað við at hetta skuldi gerast til eina fyritøku, men professarin hjá okkum segði, at hugskot okkara hevði eitt høgt innovatiónsvirði, so vit fóru víðari við tí, sigur 24 ára gamla Heiða G. Nolsøe.

Tað verður spennandi at fylgja við gongdini hjá nýskapandi íverksetarafyritøkuni hjá Heiðu G. Nolsøe og Marie S. Berggren DropBucket Aps.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.