Føroysk altjóða fyritøka latin útlendingum

16/03/16

Altjóða føroyska fyritøkan Vónin í Fuglafirði, sum føroyingar hava staðið fyri at bygt upp frá grundini av síðan 1969, er nú latin útlendingum.

Sambært heimasíðuni hjá íslendska felagnum Hampiðjan hevur Hampiðjan keypt 73,381 prosent, og harvið yvirtikið allan avgerðarrætt í felagnum Vónin í Fuglafirði.

Seljari er sambært Hampiðjan felagið Sp/f Kerið við heimstaði í Klaksvík. Sambært roknskapinum hjá Kerið fyri 2014, átti felagið 51 prosent av Vónini, meðan Havila AS í Noregi átti 22 prosent. Sp/f Kerið hevur sostatt keypt partabrøvini hjá Havila, fyri síðan at selja øll partabrøvini víðari til útlendsku fyritøkuna Hampiðjan.

Vónin hevur ikki almannakunngjørt roknskapin fyri 2015, men sambært heimasíðuni hjá Hampiðjan, so var umsetingurin hjá Vónini 442 milljónir krónur í 2015. Umsetningurin er sostatt hækkaður við 17 prosnet síðan 2014, tá umsetningurin var 378 milljónir krónur.

EBIDTA hjá Vónini var 51,5 milljónir krónur í 2015. Vøksturin í EBITDA var góð 15 prosent í 2015.

Starvsfólkatalið hjá Vónini er 305 og Vónin hevur virksemi og deildir í átta londum. Talan er sostatt um eina altjóða fyritøku í støðugari framgong, sum nú ikki longur er føroysk.

Umsetningurin hjá Vónini var javnt stórur við umsetningin hjá íslendska keyparanum Hampiðjan, og fegnast keyparin um, við hesum taki at hava tvífaldað umsetning sín.

Hampiðjan vil eiga alt felagið Vónin, tí upplýst verður at Hampiðjan hevur givið tilboð uppá 21 prosent av partabrøvunum í Vónini, sum íløgufelagið hjá Føroyagrunninum frá 1971 í Klaksvík eigur.

Einki verður sagt um søluprís, men verður tikið grundarlag í øðrum virkissølum, sum framdar verða í løtuni, og stóra virðið av altjóða fyritøkuni Vónin í Fulgafirði, so hevur Sp/f Kerið í Klaksvík helst fingið okkurt um 250-400 milljónir krónur fyri at hava selt altjóða føroyska felagið Vónin til íslendsku fyritøkuna Hampiðjan.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.