Føroyar halda plássið hjá Moody’s

10/08/15

Tað sær út til, at alheims búskapurin hevur fingið heldur størri álit á føroyska búskapinum í seinastuni.

Í hvussu so er hevur Moody’s sagt, at Føroyar framvegis eru rataðar á sama støði sum higartil Aa3, sum er 4. hægsta ratingin hjá Moody’s.

Moddy’s boðar eisini frá, at higartil hava útlitini verið negativ, meðan tey nú verða mett støðug.

Orsøkin til at útlitini eru betrað eru sambært ratingfyritøkuni:

– Ein úrslitagóð ætlan at minka um hallið á fíggjarlógini
– At skuldin væntandi fer at minka eftir 2016 og
– At búskapurin er sterkari, millum annað orsaka av vøkstur í BTÚ og lágum arbeiðsloysi.

Ratingfyritøkan er tann sama, sum unan fíggjarkreppuni heldur ikki sá hana koma, men Moody’s er kortini ein av teimum ratingfyritøkum, sum nógv brúka at hyggja at.

Skrivað hevur Árni Gregersen

Árni Gregersen, journalistur og stjóri á www.ting.fo. Drúgvar journalistiskar royndir frá sjónvarpi, útvarpi, bløðum, magasinum og netmiðlum bæði heima og uttanlands.