Føroya størsta vinnuliga íløga í gjørd í Klaksvík

16/03/16

Í hesi vikuni tók nevndin í altjóða alifyritøkuni Bakkafrost endaliga støðu til at byggja nýggja smoltstøð á Strond í Klaksvík. Kostnaðurin verður mettur til 650 milljónir krónur.

Hetta er samstundis tann størsta einstaka vinnuliga nýíløgan í føroyskari vinnusøgu í mong ár.  Ikki síðan nýggja Norrøna var bygd hevur eitt einstakt nýtt vinnutól kostað so nógv. Hetta er samstundis Føroya størsta vinnuliga nýíløga á landi.

Talan er eisini um eina stóra smoltstøð. Tað kemur at verða bygt á eina vídd uppá knappar 20.000 fermetur, umframt at bygningurin verður í meir enn einari hædd fyri part av bygninginum. Hetta ger at samlaða gólvvíddin verður um 25.000 fermetur tilsamans.

Samstundis verður sett gongd á at fáa smoltini nógv størri undir skipaðum umstøðum á landi. Vanligt var fyrr at hvørt smolt lá um 80 gram áðrenn tað var sett út á sjógv. Hesi seinastu árini hevur tað eydnast at fáa hesi smolt størri áðrenn tey vóru sett út, og tey hava nú ligið um 100-150 gram tá tey verða sett út.

Við nýggja virkinum er ætlanin at hvørt smolt skal vera 400-500 gram, áðrenn tey verða slept á sjógv. Hetta ger at smoltið gongur innandura í stívliga eitt ár, áðrenn tað verður sett á sjógv.

Bakkafrost væntar at tíðin laksurin gongur á sjónum kann minkast úr 18 mánaðum í dag, niður ímóti 12 mánaðum í framtíðini. Hetta gevur eisini góðar møguleikar at ala eina størri nøgd á sjónum, og sambært børsfráboðanini hjá Bakkafrost, so er møguleiki at økja um mongdina við upp til stívliga 30 prosent.

Hetta at laksurin er størri áðrenn hann verður settur á sjógv hevur fleiri fyrimunir, mótstøðumegin er hægri, og møguleikar verða fyri at nýta einstøku aliøkini á heilt annan hátt enn í dag. Eitt nú verður gjørligt at seta út á ein meira friðarligan fjørð, fyri síðan at flyta laksin við nýggja skipinum Hans á Bakka út á meiri árent aliøki, tá laksurin her vorðin størri.

Væntandi koma tað at arbeiða 15 fólk á nýggju smoltstøðini hjá Bakkafrost á Strond í Klaksvík.

 

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.