Elektron tekur kappingina upp við danska Nets

03/10/16

Føroyska tøknifyritøkan Elektron tekur nú av álvara kappingina upp við danska felagið Nets, sum í løtuni situr á so at siga allari danskari og føroyskari gjaldsmiðling.

Elektron hevur gjørt nýggja gjaldsskipan, ið kallað verður “Mínrokning”

Mínrokning tekur kappingina upp við danska “Betalingsservice” so nú koma kundar at fáa tvey gjaldsyvirlit, um so er at flytingar liggja ikki í báðum skipanum.

Tað eru longu nú nógvar føroyskar fyritøkur, ið nýta Mínrokning, og sum skilst er hendan skipanin bíligari hjá fyritøkum at brúka enn danska skipanin hjá Nets.

Danska fyritøkan Nets er júst skrásett á danska keypsskálanum, og hevur seinastu árini støðugt og áhaldandi hækkað prísirnar fyri sínar tænastur.

Nú velja føroyingar so enn einaferð at royna seg við egnari loysn, og spennandi verður at fylgja, um hetta ferð at eydnast hesaferð.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.