Ein av Føroya sterkastu byggifyritøkum J. & K. Petersen fjøruti ár

31/05/15

Í hesum mánaðinum kann anleggs- og byggifyritøkan P/f J. & K. Petersen hátíðarhalda sín 40 ára stovningardag. Tað var í mai mánað 1975 at brøðurnir John og Kristian Arnfinn Petersen tóku yvir virkið eftir pápan og byrjaðu virksemi í Skopun.

Í dag er virkið vaksið nógv, í 2014 vóru meir enn 100 fólk í starvi, og umsetningurin var uppá meir enn 150 milljónir krónur, og arbeiðsøkið er øll norðanlond. Í løtuni arbeiðir felagið millum annað, umframt í Føroyum, í Noregi.

Seinastu 10 árini hevur felagið útgoldið 227 milljónir krónur í lønum, og havt eitt avlop uppá 50 milljónir krónur áðrenn skatt. 9 milljónir krónur eru goldnar í skatti, so avlopið eftir skatt hevur seinastu 10 árini verið góðar 41 milljónir krónur ella meir enn 4 milljónir krónur í meðal hvørt ár eftir skatt.

J. & K. Petersen er mest kent fyri anleggsarbeiði kring alt Føroyar og uttanlands, men hava eisini flutt seg meira og meira inn á byggiarbeiði.

Felagið stendur á siðbundnari hellu við einari varisligari fíggjarligari stýring. Soleiðis hevur J. & K. Petersen í dag 41 milljónir krónur í eginogn og ein soliditet uppá 41 prosent.

Heimstaðið er í dag á Hjalla, har fyritøkan verður stjórnað av Steinolvur Petersen, sum er stjóri, Eyðfinnur Lenvig, tekniskur leiðari og Per Kallsberg, fíggjarleiðari. Nevndin er mannað við stovnarunum Ragnhild og John Petersen, meðan sakførarin Christian Andreasen er nevndarformaður.

P/f J. & K. Petersen er soleiðis vaksin úr vøgguni í Skopun til eina av Føroya fremstu entreprenørfyritøkum, men týdningarmest av øllum í dag er eins og við byrjan – maðurin í maskinuni, og fólkið í fyritøkuni.

Vinnuvitan ynskir eigarum, leiðslu og starvsfólki hjartaliga tillukku við 40 ára stovningardegnum og bestu eydnu í framtíðini.

Mælt verður til at hyggja eftir sera áhugaverda filminum um felagið, ið gjørdur er í samband við hátíðarárið.

 

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.