Danskur timburhandil til Runavíkar

22/02/16

DT Group í Danmark vil nú sleppa framat á tí føroyska byggimarknaðinum.

DT Group, sum eigur og rekur timburhandlarnar Stark og Silvan í Danmark, hevur júst stovnað nýtt føroyskt partafelag P/f Stark Føroyar við heimstaði á Saltangará.

Tað er toppurin í Stark Danmark, sum umboðar felagið í leiðsluni í tí føroyska felagnum, sum heldur til á Gulasteinsvegi 3 á Saltangará.

Endamálið við nýggja felagnum er reka handil innan trævørur, byggitilfar og amboð og at reka ein timburhandil.

Nýggja felagið P/f Stark Føroyar er dóttirfelag hjá danska DT Group Danmark A/S. Tað er Wolseley plc sum eigur DT Group Danmark. Wolseley rekur timburhandlar kring um alla verðina.

Hygg eftir lýsingini hjá Stark Føroyar her Stark Føroyar

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.