Bretar fáa nú lægri partafelagsskatt enn Føroyar

18/03/16

Bretar leggja nú trýst á og fáa lægri partafelagsskatt. Partafelagsskatturin í Bretlandi er í løtuni millum lægstu lond og er 20 prosent, men hetta er ikki nóg mikið og komandi árini verður hann settur enn longur niður, so hann í 2020 bert verður 17 prosent.

  • Partafelagsskattur er ein tann mest skeivi og óproduktivi skatturin í finst, segði bretski fíggjarmálaráðharrin George Osborne í einari talu, tá hann kunngjørdi at partafelagsskatturin nú skuldi setast enn longur niður.

Nú bretar seta sín partafelagsskatt niður fylgja teir eftir rákinum, har londini rundan um okkum í stóran mun hesi seinastu mongu árini hava valt at seta partafelagsskattin niður.

Í Føroyum hevur partafelagsskatturin seinastu mongu árini verið 18 prosent, og millum lægstu í Evropa. Tá føroyski partafelagsskatturin var hægst var hann 49 prosent.

Føroyska løgtingið hevur í mong ár hildið fast við góð skattlig viðurskifti fyri vinnuna, men hendan hugsan er seinastu árini broytt, har munandi eyka skattatrýst er lagt á høvuðsvinnurnar fiskivinna og aling.

Væntast kann tí, at føroyska alivinnan kemur at gjalda ein effektivan skatt í 2016 uppá útvið 30 prosent. Hetta ger kappingarføri hjá okkara altjóða fyritøkum nógv verri, og kemur í 2016 at kosta Føroya landi arbeiðspláss.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.