Betaltu 20 krónur fyri kilo av toski

20/09/14

Tað vóru bara seld nøkur fá kilo av toski 1 á Fiskamarknaðinum á Toftum í gjár, men hægsti prísurin fór upp um 20 krónur fyri kilo.

Toskaprísurin hevur verið góður í seinastuni. Fyrst og fremst tí so lítið er komið uppá land og tí at tað eru útflytararnir av feskum toski, sum hava keypt tað mesta.

Størsta nøgdin av toski í gjár var toskur 4 og har var prísurin munandi lægri – í meðal slakar 14 krónur fyri hvørt kilo.

Hýsuprísurin í gjár var eisini góður – hýsa 1 og 2 fór fyri um 18 krónur fyri kilo.

Skrivað hevur Árni Gregersen

Árni Gregersen, journalistur og stjóri á www.ting.fo. Drúgvar journalistiskar royndir frá sjónvarpi, útvarpi, bløðum, magasinum og netmiðlum bæði heima og uttanlands.