Bakkafrost heldur rimmarfast í góðu gongdini

23/08/16

Úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrra hálvár 2016 var 437 milliónir krónur eftir skatt samanborið við 323 milliónir krónur fyrra hálvár 2015.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

Vit eru væl nøgd við úrslitið í øðrum ársfjórðingi. Marknaðarprísurin á laksi var methøgur, og lívfrøðiliga gongdin góð. Framleiðslan av lidnum vørum hevur havt torførar umstøður, men vit halda fast við okkara mál og strategi við framleiðslu av lidnum vørum. Gongdin fyri fiskamjøl, lýsi og fóður var eisini góð í ársfjórðinginum. Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur. Nýggja smoltstøðin á Viðareiði er so smátt farin í gongd og nýggja virkið á Glyvrum er byrjað framleiðslu. Sjøtul er settur á stóru byggingina av smoltstøðini við Strond í Klaksvík.

 

Annar ársfjórðingur 2016:

Tøkan av laksi hendan ársfjórðingin var 13 túsund tons. Bakkafrost setti 1,9 milliónir smolt út, og Havsbrún keypti 84 túsund tons av rávøru.

Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit á 307 milliónir krónur annan ársfjórðing 2016 samanborið við eitt rakstrarúrslit á 303 milliónir krónur annan ársfjórðing 2015. Úrslitið eftir skatt var 224 milliónir krónur annan ársfjórðing 2016.

Rakstrarúrslitið hjá alideildini var 358 milliónir krónur fyri hendan ársfjórðingin. Liðugvørudeildin, sum framleiddi 4.664 tons hendan ársfjórðingin, hevði eitt rakstrarhall á -68 milliónir krónur. Framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevði eitt rakstrarúrslit áðrenn avskrivingar á 45 milliónir krónur annan ársfjórðing 2016.

Tann 30. juni 2016 var nettoskuldin hjá Bakkafrost 603 milliónir krónur, og felagið hevði ótroyttar kredittir á 643 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 61% tann 30. juni 2016.

 

ÚTLIT

Marknaðurin

Eftirspurningurin eftir laksi heldur á at vaksa. Marknaðarjavnvágin væntast at vera tepur í 2016, tí útboðið av aldum laksi lækkar væntandi áleið 4% í 2016 í mun til árið fyri. Lækkingin væntast at vera 8-9% í seinna hálvárið 2016. Orsøkin til lækkingina er, at nógvir laksaframleiðarar eru um at náa fulla nýtslu av verandi framleiðsluorku.

Aling

Útlitini hjá alingini er góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Lívfrøðiliga støðan er týdningarmiklasti váðin hjá Bakkafrost. Illgrunin um sjúkuelvandi ILA á einum aliøki hjá Bakkafrost tann 14. juli 2016 vísir týdningin av góðari djóravælferð og at minka um lívfrøðiliga váðan. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt ymsar nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Bakkafrost keypti restina av partabrøvunum í P/F Faroe Farming við virknaði tann 1. juli 2016. P/F Faroe Farming er eitt alifelag, sum hevur alivirksemi í Suðuroy. P/F Faroe Farming tók 4.681 tons av laksi í 2015 og 2.054 tons fyrra hálvár 2016. P/F Faroe Farming verður konsoliderað í konsernroknskapin fra 1. juli 2016. P/F Faroe Farming tekur væntandi 1.000 tons av laksi seinna hálvár 2016. Saman við óbroyttu væntaðu tøkuni hjá Bakkafrost (uttan P/F Faroe Farming) á 48.000 tons, verður samlaða tøkan hjá samtakinum væntandi 49.000 tons. Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost verður væntandi 10,4 milliónir smolt í 2016.

Liðugvøruframleiðsla

Bakkafrost hevur gjørt avtalur fyri áleið 79% av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini fyri restina av 2016, sum svarar til áleið 39% av mettu tøkunøgdini fyri restina av 2016. Bakkafrost hevur gjørt avtalur fyri umleið 50% av framleiðsluorkuni hjá liðugvørudeildini í 2017. Í hesum sambandi hevur Bakkafrost tingast av nýggjum um prísin fyri ein part av nøgdunum, sum eru eftir frá endanum av triðja ársfjórðingi 2016, so hesir verða á støði við væntaðu framtíðarprísirnar.

Fiskamjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Kvoturnar fyri svartkjaft í Norðuratlantshavi verða væntandi lækkaðar, og tí metir Bakkafrost, at sannlíkt er, at framleiðslan av mjøli og lýsi lækkar í 2016 frá lutfalsliga stórari nøgd í 2015.

Mett verður, at samlaða sølan av laksafóðri verður 80.000 tons í 2016.

Íløgur

Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur.

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at fremja organiskan vøkstur, økja um liðileikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so framtíðar tørvir hjá kundunum verður nøktaður.

Fígging

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginogin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.