Bakaríið hjá Jórun hall hóast nógv virksemi

06/06/15

Bakaríð hjá Jórun hevði eitt minni hall uppá 149.000 krónur í 2014.

Hetta hóast bruttovinningurin hækkaði við einari milljón krónum. Orsøkin er at lønarkostnaðurin hækkaði við 800.000 krónum frá 2013 til 2014.

Samlaði bruttovinningurin var 8,3 milljónir krónur í 2014 og lønarkostnaðurin var 6,7 milljónir krónur. Sostatt var avlopið áðrenn rentur og avskrivingar 1,4 milljón krónur í 2014.

Avskrivingarnar vóru ein hálv milljón krónur og renturnar ein milljón krónur.

Bakaríð hevur seinastu níggju árini havt nógv virksemi síðan latið varð upp í Klingrugarði í 2006.

Tilsamans eru 54 milljónir krónur útgoldnar í lønum síðan 2006 og samlaði bruttovinningurin hevur verið 64 milljónir krónur.

Hóast hetta hevur manglað í. Felagið hevur havt hall øll árini og samlaða hallið áðrenn skatt hevur verið knappar fimm milljónir krónur síðan 2006.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.