Atlantic Airways skal hava nýggjan stjóra

10/04/15

Atlantic Airways fær nýggjan forstóra í summar. Hetta er greitt nú felagið søkir eftir nýggjum forstjóra í donskum bløðum í dag.

Tað var longu greitt tá núverandi stjóri Jørgen Holme varð settur í starv, at hann bert skuldi verða forstjóri í Atlantic Airways í umleið tvey ár. Í hesum tíðarskeiði skuldi hann standa á odda fyri at fremja broytingar og leggja til rættis nýggja strategiætlan fyri Atlantic Airways.

Sambært starvslýsingini fær nýggi forsjórin til uppgávu at ganga á odda við at gjøgnumføra nýggju strategiina “Atlantic Airways kemur heim” fram til 2018.

Tað er lýsingarfyritøkan 1xPetur, ið hevur gjørt lýsingina.

Skærmbillede (162)

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.