Aleqa Hammond stillar upp til Fólkatingsvalið

29/05/15

Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Aleqa Hammond, stillar upp fyri Siumut til Fólkatingsvalið 18.juni.

Tað kunngjørdi flokkurin í sjónvarpstíðindunum í KNR (grønlendska kringvarpinum) í gjárkvøldið.

Umframt Alequ Hammond stilla trý onnur valevni upp fyri Siumut.

Aleqa Hammond takkaði í sjónvarpstíðindunum høvuðsnevndini í Siumut fyri at hava góðkent hana sum valevni.

-Nú stendur tað til veljararnar at gera av, hvat víðari skal henda, segði Aleqa Hammond við KNR.

Hon noyddist at leggja frá sær síðsta heyst sum landsstýrisformaður, tí hon hevði brúkt 106.000 krónur úr landskassanum til egin endamál.

Skrivað hevur Leivur Hansen

Leivur Hansen er útbúgvin journalistur og hevur drúgvar royndir sum blað-, útvarps- og sjónvarpsmaður umframt á samskiftisøkinum. Hann starvast nú sum fríyrkisjournalistur.