67.000 fólk aftuat í København í fimm ár

27/10/16

Fólkatalið í danska høvuðsstaðnum København hækkar støðugt.

Bert hesi seinastu fimm árini frá 2011 til 2015 er fólkatalið í Københavns kommune hækkað við heili 67.048 fólkum.

Hækkingin er samansett soleiðis, at føðiavlopið hesi fimm árini hevur verið 26.000 fólk, meðan 10.000 eru flutt til danska høvuðsstaðin úr øðrum donskum kommunum.

Størsti vøksturin er tó frá fólki, sum flyta úr útheiminum, herundir Føroyum. 31.000 nýggir borgarar netto komu til København úr øðrum londum fimm ára tíðarskeiðið frá 2011 til 2015.

Fólkatalið í København er soleiðis vaksið við í meðal 13.410 fólkum um árið seinastu fimm árini. Hetta svarar til at København er vaksið við eins nógvum fólkum, sum tað búgva í Føroyum tilsamans, uppá bert fýra ár.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.