440 milljónir til felag, har tingmaður situr í nevndini

13/05/15

Løgtingið samtykti seinnapartin at lata Atlantsflog 440 milljónir krónur komandi 10 árini fyri bjarginar- og tyrlutænastur annars.

Janus Rein, Fólkaflokkurin legði málið fram fyri vinnunevndina.

Janus Rein situr, sambært Vinnuvitan.biz,  í nevndini fyri Atlantsflog, umframt at hann er løgtingsmaður. Kortini var tað ongin, sum fanst at, at tað var hann, sum í veruleikanum bar ein sáttmála uppá 440 milljónir ígjøgnum fyri eitt felag, har hann sjálvur er nevndarlimur og starvsfólk.

Janus Rein starvast hjá Atlantsflog og er starvsfólkaumboð í nevndini.

Landsstýrismaðurin, sum varar av almenna partafelagnum, Atlantsflog, Johan Dahl, sigur við ting.fo, at hann hevur kannað um Janus Rein kann sita í nevndini hjá flogfelagnum.

Løgfrøðingarnir søgdu, at hetta kann hann sjálvt um hann er tingmaður, tí hann er valdur sum starvsfólkaumboð.

Janus Rein, tingmaður, sigur við ting.fo, at hann ikki hevur luttikið í sjálvari viðgerðini í vinnunevndini, men hevur bert lurtað. Tað var heldur ikki ætlanin, at hann skuldi vera framsøgumaður fyri vinnunevndina tá ið álitið skuldi leggjast fram, men av tí at formaðurin júst tá sat á tingformanssessinum ,noyddist Janus Rein at lesa álitið upp.

– Eg veit væl, at hetta var óheppið, men sum støðan var, fekk eg ikki gjørt annað, tá ið álitið  skuldi leggjast fram, sigur Janus Rein.

Skrivað hevur Árni Gregersen

Árni Gregersen, journalistur og stjóri á www.ting.fo. Drúgvar journalistiskar royndir frá sjónvarpi, útvarpi, bløðum, magasinum og netmiðlum bæði heima og uttanlands.